4th Faroe Islands Int’l Minority Film Festival this summer!

4th Faroe Islands Int'l Minority Film Festival 2020
24-27 july

Smá-FIMFF í summar

Fyrr í ár bleiv kunngjørt, at ársins Faroe Islands Int’l Minority Film Festival verður avlýstur vegna korona. Góðu úrslitini seinastu tíðina hava við sær, at fyriskipararnir í FIMFF hóast alt hava mót uppá at hava ein FIMFF 2020, tó í eini minni útgávu.
Filmfestivalurin verður 24.-27. juli og byrjar í Norðurlandahúsinum 24. juli kl. 19.30. Tað er sera viðkomandi filmurin ‘Kampen om Grønland’, sum fer at seta filmfestivalin í ár. Filmurin snýr seg um fýra grønlendingar, ið á hvønn sín hátt ynskja broytingar í Grønlandi.

Frá .fo til .org
Fyriskipararnir í FIMFF vóru her fyri noydd at skaffa nýggjan heimasíðubústað. Hetta komst av, at onkur hevur keypt fimff.fo, so FIMFF ikki kann varveita sín bústað. Hóast festivalurin hevur roynt at sett seg í samband við keyparan, hevur tað ikki eydnast. Tískil var festivalurin noyddur at keypa nýtt økisnavn, og nú ber til at finna heimasíðuna hjá FIMFF á fimff.org.

FIMFF light
Tað verður, sum áður nevnt, ein minni útgáva av FIMFF í summar, men fyriskipararnir lova at tað vera eins áhugaverdir spælifilmar, stuttfilmar, heimildarfilmar og barnafilmur á skránni í ár sum undanfarnu árini. Hetta ber til at fylgja við í á teirra heimasíðu www.fimff.org og á facebook síðuni https://www.facebook.com/fimff/

Mini-FIMFF this summer

Earlier this year it was announced that the Faroe Islands International Minority Film Festival was cancelled due to the Corona virus. The good results in tackling the virus in the Faroe Islands means that the organizers now have the courage to produce FIMFF 2020, yet in a smaller version. The film festival will be held on the 24.-27. of July and opens 7:30pm on the 24th of July at the Nordic House in Tórshavn. A very relevant film ‘The Fight for Greenland’ will be opening this year’s film festival. The film is about four Greenlanders who in their own ways want change in Greenland.

From .fo to .org

Recently the organizers of FIMFF had to obtain a new webpage domain. The reason being the domain fimff.fo has been bought, meaning FIMFF can’t maintain its address. Although the festival tried to contact the buyer unsuccessfully, the festival bought the new domain name.   Find FIMFF’s webpage at fimff.org.

FIMFF light

As previously mentioned it will be a small scale version of FIMFF this summer, yet the organizers promise interesting features, short films, documentaries and a kids screening this year as there have been in previous years. For more information you can visit the website www.fimff.org and the facebook www.facebook.com/fimff/

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *