STAND-UP show við / with SANNE SØNDERGAARD (DK)

Elisa Vang FIMFF 2

Elisa Vang innleiðir //
Pre-show and intro with ELISA VANG (FO)​

2. sep. 21:00 / Reinsaríið / 149 DKK

Sanne Søndergaard

SANNE SØNDERGAARD

Feministiska stand up showið hjá Sanne Søndergaard snýr seg um, hvussu avbjóðandi tað er hjá kvinnum at seta mørk og at orða sín tørv í eini verð, har ið kvinnan skal vera smílandi og altíð hava yvirskot, men samstundis látast, sum hevur hon hvørki.

Við kærleika skemtar hon um tað at vera í einum kvinnukroppi og finst at samfelagsvónum, vit hava um hann – alt frá óttanum at bløða ígjøgnum, meðan tú situr í biografi, og til kenslur av skomm um at vera ov stór, ov feit og ov nógv.

Sum skemtari er Sanne ikki bangin fyri at fara eftir teimum máttmiklu og teimum við framíhjárættindum. Men hon slær aldrin niðureftir. Hon átalar ikki tann einstaka mannin ella kvinnuna – bara tær samfelagsvónir og avmarkingar, sum vit øll royna at fáa skil á. 

Sanne Søndergaard’s feminist comedy show is about women’s challenges in setting boundaries and expressing their needs in a world where women have to be smiling and energetic, while pretending they are neither.

She lovingly makes fun of being in a woman’s body and skewers society’s expectations of it – from the fear of leaking through your clothes at the movies, to feelings of shame about being too big, too fat and simply too much.

As a comedian, Sanne is not afraid to go after the powerful and the privileged. But she never punches down. She does not criticize the individual man or woman – only the system of expectations and limitations, within which we are all trying to navigate.

ELISA VANG

Elisa Vang FIMFF 2

Hon er heilhjartað feminist og brennir fyri, at minnilutar skulu verða javnsettir – og so er hon eisini skemtari. Tað rennur saman í hægri eind, tá ið Elisa undirheldur. Lættari evni, so sum komisku munirnir millum kvinnur og menn, eru gjøgnumgangandi í skemtinum hjá Elisu.

Nevnast kann eisini – sum prikkurin yvir i’ið – at Sanne Søndergaard við sínum bersøgna feministiska skemti er ein av heilt stóru fyrimyndunum hjá Elisu.

She is a whole-hearted feminist, who fervently wants minorities to have equal rights – and then she is also a comedian. All of this comes together when Elisa entertains. Lighter subjects, such as the comical differences between women and men permeate her stand up shows. We can also mention – as the icing on the cake – that Sanne Søndergaard, with her blunt feminist stand-up shows, is one of Elisa’s greatest rolemodels.