Faroe Islands Int'l Minority Film Festival

The World To Come

Leikstjóri/Director: Mona Fastvold 2020 |
Sambandsríki Amerika/USA | 98 min
Enskt | Enskir undirtekstir English | English subtitles

Leikarar/Cast: Katherine Waterston, Vanessa
Kirby, Casey Affleck

Spurningar og svar við Monu Fastvold,
leikstjóra, eftir sýningina

FRÍGGJADAGUR / FRIDAY
23 JULI 19.30

Miðskeiðis í 1800-talinum á einum fjarskotnum bóndagarði í Upstate New York býr Abigail saman við manninum Dyer. Hon er troytt av lívinum úti á bygd og syrgir dóttrina, tey hava mist. Várið eftir broytist gerandisdagurin kortini, tá ið Tallie við tí gylta reyða hárinum flytir inn í grannagarðin saman við manninum Finney. Abigail og Tallie knýta beinanvegin eitt sjáldsamt samband, tær fylla eitt tómrúm og varnast kenslur, tær ikki hava vitað um áður. At síggja til er Abigail lítillátin og smæðin, men innast inni brennur hon av sterkari girnd. Tallie er eftir øllum at døma bæði djørv og kensluliga opin. Hvussu fara tær at handfara svartsjúkuna hjá Finney, tá ið tað ikki ber til at steðga teirra ómettandi trongd eftir tí kærleika, tær nú hava smakkað? Mona Fastvold flytur hetta poetiska leikritið um tær báðar leikandi lætt inn í ein myndaheim, sum er tað berur og bergtakandi gandur. Tónleikurin er stin- gandi og frálíkur, og alt rennur saman í eina eind í hesum inniliga, hugfangandi filminum um at liva fyri at elska ella liva fyri at yvirliva. (NA)

 

 

 

 

//

On a remote farm in the 1850s upstate New York, Abigail is defeated by the rural life on the farm with her husband Dyer and grieves the loss of their daugh- ter. When spring arrives her mundane life is interfered when the beautiful Tallie with her golden red hair, moves into the neighbouring farm with her husband Finney. Abigail and Tallie instantly devel- op a rare connection, filling a void and discovering emotions hitherto unknown to them. On the surface, Abigail appears stoic and shy, but underneath she burns with fierce desire. While Tallie is seem- ingly heroic and emotionally frank. How will they tolerate Finny’s jealousy when their irresistible taste of love is unstoppable? Mona Fastvold artfully manages to adapt this poetic screenplay between the two characters into frames of pure and stunning magic. The music composition is piercing and unique, and it all comes together in an amazing and deeply compelling film about living to love or living to survive. (NA)