Pallborðsfundir og prát // PANELS AND TALKS

Pallborðsgestir/Panelists:
Annika Olsen Ingilín D. Strøm Eyðdis Hartmann Niclasen Hervør Pállsdóttir. Orðstýrari/Moderator: Óluva Zachariasen.

KVINNUR Í POLITIKKI // WOMEN IN POLITICS

3. sep 14:30-15:30 / Norðurlandahúsið / The Nordic House (Klingran)

 

Ókeypis atgongd / Mál: Føroyskt

Free entrance / Language: Faroese

KVINNUR Í POLITIKki

Nú sita bara menn í landsstýrinum, og vit hava enn bert havt eina løgkvinnu í tey 1000 árini løgtingið hevur verið til. Men hví er tað so? Samstundis, sum arbeitt verður fyri meiri javnstøðu av eitt nú javnstøðunevndini og Demokratia, so gongur tað striltið at fáa kvinnur upp í politikk. Kanningar vísa eisini, at kvinnuligir politikarar í størri mun enn teir mannligu eru fyri ágangi vegna teirra kyn, og at tónin í politiska umhvørvinum er mannfólkastýrdur. Ávirkar tað hugin hjá kvinnum at vea við? Og er tað ein trupulleiki, at so fáar kvinnur eru virknar í politikki?

Today, only men are members of the Faroese parliament. And so far we have only had one female Prime Minister in the 1000 years the Faroese Parliament has existed. But why is this the case? At the same time as we are fighting for equality, with Faroese institutions like the Equal Status Council and Demokratia, it is proving to be a slow process to get women into politics. Research has also shown that female politicians are at far greater risk of sexual harassment and experience male privilege at work. Has this affected women’s desire to participate, and is it problematic that so few women are actively engaged in politics?

4. sep 15:00-16:00 / Norðurlandahúsið / The Nordic House (Kringlan)

Ókeypis atgongd / Mál: Føroyskt

Free entrance / Language: Faroese

Sofaprát: føroyska abortlógin // the faroese abortion law

Samstarv við Amnesty International Føroyar / In collaboration with Amnesty International Faroe Islands 
amnesty FO

Luttakarar // Panelists:

  • Turið Hermansdóttir, fólkalívsfrøðingur
  • Diana Reynstind, gynekologur
  • Hallbera West, stjórnmálafrøðingur
  • Turið Debes Hentze, løgfrøðingur
  • Barbara Gaardlykke Apol, abort aktivistur (Frítt Val)
  • Orðstýrari: Óluva Zachariassen

Seinastu árini hevur felagsskapurin Frítt Val stríðst fyri at broyta føroysku abortlóggávuna, og í kjalarvørrinum av, at grundlógartryggjaði rætturin til fría abort varð ógildaður í USA fyri fáum mánaðum síðani, er kjakið farið at fylla meira í almenna rúminum uttanlands og eisini her heima.

Sambært Amnesty International er atgongd til trygga abort ein mannarættur, ið er staðfestur í altjóða lóg, og deildir hjá Amnesty kring heimin hava arbeitt fyri at tryggja henda rættin. Á tiltakinum sunnudagin 4. septembur fer Amnesty International Føroyar í samstarvi við FIMFF at lýsa føroysku abortlóggávuna og avleiðingarnar, ið hon hevur á fólk í Føroyum, ið vilja hava eina abort.

Turið Maria Jóhansdóttir, aðalskrivari í Amnesty, byrjar við eini framløgu um, hvussu Amnesty International sær atgongdina til trygga abort sum eitt mannarættindamál. Eftir framløguna verður sofaprát millum serfrøðingar úr ymiskum fakøkjum, ið eru viðkomandi, tá ið tað snýr seg um at dagføra og/ella sniðgeva lóggávu, ið tryggjar íbúgvum í Føroyum fría abort.

In recent years, the organization Frítt Val has been fighting for change in the Faroese abortion law. And in the wake of the human right to abortion being overturned in USA a few months ago, the discussion is getting more attention in the public sphere abroad as well as in the islands.

According to Amnesty International, accessing safe abortion is a human right confirmed by international law, and Amnesty’s departments across the world have worked to ensure this right. On Sunday’s event on the 4th September, Faroe Islands’ Amnesty International will join FIMFF to shed some light on the Faroese abortion law and the consequences it has on people in the islands who want to have an abortion.

Turið Maria Jóhansdóttir, general secretary of Amnesty, begins with a presentation about how Amnesty International considers access to safe abortion a human right. After the presentation, there will be a discussion between specialists from different relevant fields about how to best update and/or design the legal framework that can secure Faroese residents free abortion. 

Faroe Islands Int'l Minority Film Festival

Intersectional feminism and decolonisation
AKA HANSEN FIMFF22

A short film programme and conversation with AKA HANSEN (GL)

Fríggjadagur / Friday
2. sep. 17:30
Norðurlandahúsið /
The Nordic House (Skálin)

Mál/Language: Danskt/Danish

Krossávirkandi feminisma og hjálandaavtø-
ka: ein stuttfilmskrá og samrøða við AKA HANSEN (GR)

/ Intersectional feminism and decolonisa-
tion: (GL)

“Tað eru eingir grønlendskir serfrøðingar aðrir enn inuittarnir, ið búgva har. Bara tí at tú hevur ferðast í landinum ella skrivað eina bók um inuittar, so merkir tað ikki, at tú ert serfrøðingur. Gev mikrofonina víðari!” Aka Hansen, Twitter 

Hví eru røddirnar hjá listafólki umráðandi, tá ið tað kemur til okkara samfelagsskipan? Nógv prát hevur verið seinasta árið um hjálandaveldi og mentanarliga ognartøku. Poddvarp og greinir, sum vísa á, hvussu ein skelkandi hjálandapolitikkur hevur gjørt seg inn á fólki í Grønlandi. Og nógvar meiningar hava verið frammi í miðlunum. Hvør hevur rættin at siga sína meining, og hví er tað avgerandi at blanda listina uppí, tá ið fólk droyma um eina øðrvísi framtíð?

Saman við tveimum filmsmiðum (ikki navngivnir) fer Aka (p.x.) at viðgera spurningar sum: hvønn leiklut hava kvinnur í at stuðla hvør aðrari? Hví er rødd okkara umráðandi í eini samfelagsskipan? Á skránni eru stuttfilmar (60 min.), sum Aka hevur valt til fyrilesturin, og aftaná fara vit at tosa um millumgreina feminismu og hjálandaavtøku.

 

 

 

 

//

“There are no Greenland experts other than the Inuits living there. Just because you’ve traveled the country or written a book about Inuit, does not mean you are an expert. Pass on the microphone!,” Aka Hansen, Twitter.

Why are the voices of artists important when it comes to social structure? The conversation about colonialism and cultural appropriation has been running high the past year, podcasts and stories have been published revealing the harrowing colonialism forced upon the people in Greenland, and many opinions have been expressed in the media. Who has the right to voice their opinion, and why is it crucial to involve the arts when dreaming of changing the narrative?

Together with two filmmakers (TBA), Aka will examine questions such as what role do women play in supporting each other? And why are our voices important when it comes to social structure? Aka will present a shorts programme (60 min) that she curated for this talk, followed by a conversation about inter-sectional feminism and decolonisation.

Ein samrøða um etiskt porno við Bedside Productions /
A conversation about ethical porn with Bedside Productions

Hvat er etiskt porno? Og kann porno vera etiskt? Tað eru spurningar, sum FIMFF setur í ár, tá ið tveir filmar hjá Bedside Productions verða vístir. Bedside Productions er ein kvir framleiðslubólkur, sum ger pornofilmar umframt kvir pornobløð, skipar fyri sexutum “rave”-veitslum og einari rúgvu av læruríkum tiltøkum í Keypmannahavn.

Kreativi stjórin, Marco Stoltze, sum er partur av Bedside Productions og sam- stovnari av sjónlistaverkstovuni Morph fer at svara spurningum um tilgongdina til filmin Ej blot til lyst, Bedside Productions og etiska pornopallin sum heild. Spurningar so sum: nær er porno etiskt? Hvat er feministiskt porno, og hvussu við kvir porno? Og hví eru hesi øðrvísi enn vanligt porno?

What is ethical porn? and “can porn be ethical?” are some of the questions raised at this year’s FIMFF in relation to the screening of two films by Bedside Productions, a queer porn film produc- tion collective which also produces queer porn magazines, arranges sexy raves and a diverse range of educational materials and events in Copenhagen.

Creative director Marco Stoltze who is part of Bedside Productions and co-founder of the creative visual art studio Morph will join us for a Q&A about the process of making the film Ej blot til lyst and Bedside Productions, as well as the ethical porn scene in general. For instance: “when is porn ethical?”, “what is feminist porn?” and “what about queer porn?” and “how do these differ from mainstream porn?”

MarcoStoltze

Leygardagur / Saturday
3. sep 16:00
Norðurlandahúsið / The Nordic House
(Skálin)

ALDURSMARK/RATING: 18+

DEAR FRIENDS

2019 | Danmark/Denmark | 15 min
Leikstjóri/Director: Kristian Thuesen
Danskt, enskt, franskt/Danish, English, French | Enskir
undirtekstir/English subtitles

Fimm menn gera av at spæla pornostjørnir í einum filmi, sum bjóðar tí mannligu
fyrimyndini av. Í ærligum samrøðum, siga teir frá óttanum um at lata seg úr, hugleiða
um maskulinitet og tað at vera “rættir” menn.

Five men decide to star in a porn film that challenges the male archetype. Through
an honest dialogue they share their fear of undressing and reflect upon masculinity
and the concept of a real man.

Dear Friends Doc
Ej blot et lys

I BLOT TIL LYST

2020 | Danmark/Denmark | 18 min
Leikstjóri/Director: Marco Stoltze
Danskt, enskt/Danish, English | Enskir undirtekstir/
English subtitles

Ei blot til lyst er ein filmur, sum granskar sambond millum menn, og hvørjir møguleikar eru uttan fyri vanligu kynssamleikarnar. Filmurin brúkar bæði fiktión og dokumentar í frásøgnini um Marc Helt og hansara fyrstu upplivingar við aðrar menn, sum geva honum sálarbót aftaná at hava verið fyri ógvisligum haturbrotsverki.

Ei blot til lyst is a film exploring male relationships and their potential for sexuality, beyond the rigidity of identity categories. The film uses both fiction and documentary, to unfold the story about Marc Helt and his first sexual experience with other men, as a healing ritual after a violent hate crime experience.