SEVEN WINTERS IN TEHRAN

Leygardag / Saturday
9. sep / 16:00 – Norðurlandahúsið / The Nordic House (Skálin)

19 ára gamla Reyhaneh Jabbari er dømd til deyðarevsing í Iran 2007 aftan á at hava handlað í sjálvverju í samband við eina neyðtøkuroynd.

Reyhaneh Jabbari, 19, faces a death sentence in Iran 2007, after acting in self-defence in an attempted rape.

Tað, ið skuldi vera ein arbeiðsfundur, endaði seinni um kvøldið við einari handtøku fyri morð. Lagna hennara liggur nú í hondunum á elsta soninum hjá deyða manninum, meðan mamma hennara í áravís ótroyttiliga biður um náði. Við loyniligum filmsupptøkum, ljóðupptøkum og kenslubornum brøvum, sum Reyhaneh hevur skrivað í fongslinum og sjónleikarin Zar Amir Ebrahimi (Holy Spider, sum vit sýna 10. des.) lesur upp við síni vøkru rødd, avdúkar filmurin Sjey ár í Tehran hugtakandi søguna um 7 ára langa rættarmálið og treytaleysa áræði hjá Reyhaneh fyri rættvísi. Hon gerst ímyndin av áhaldandi mótstøðurørsluni og kvinnustríðinum í Iran. 

Hesin hjartaskerandi og átrokandi heimildarfilmurin bjóðar tær eina sterka uppliving, sum fær varandi ávirkan á teg. Eg fái enn gásarhold, tá eg hugsi um filmin. 

-Nadia

What was supposed to be a business meeting, later that day turns into an arrest for murder. Her fate now rests in the hands of the deceased man’s eldest son, while her mother tirelessly spends years pleading for his mercy. Through secret footage, audio recordings and lyrical letters written by Reyhaneh from prison and beautifully voiced by Holy Spider actress Zar Amir Ebrahimi (which we are screening dec. 10th) Seven Years In Tehran reveals the gripping story of the 7 year trial, and Reyhanehs unwavering voice for justice. She remains a symbol of the ongoing resistance and women’s struggle in Iran.

This heartbreaking and urgent documentary offers an immersive experience that is guaranteed to leave a lasting impact on you. I still get goosebumps when thinking about it.

 -Nadia

Leikstjóri / Director: Steffi Niederzoll

Upprunaheiti / Original title: Sieben Winter in Teheran

2023 | Týskland, Frankaríki / Germany, France | 97 min

Farsi / Persian | Enskir undirtekstir / English subtitles

Sjangra / Genre: Heimildarfilmur / Documentary

Ver við í kjakinum um Iran saman við Amnesty International áðrenn sýningingina. Í Kringluni kl. 14:00-15:30.

Join our discussion on the topic of Iran in collaboration with Amnesty International, prior to this screening. In Kringlan at 14:00-15:30.