YOU CAN LIVE FOREVER

Sunnudag / Sunday
10. sep / 17:00  – Norðurlandahúsið / The Nordic House (Skálin)

Hesin bergtakandi filmurin fortelur hjartanemandi søguna um kvir tannáringin Jamie, sum aftan á at pápin doyði verður send at búgva hjá fastrini og manninum, ið eru Jehova vitni.

This poignant film shares the heartfelt story of Jamie, a queer teenager who is sent to live with her aunt and uncle who are devoted Jehovah’s Witnesses, following her father’s passing.

Vit eru í Saguenay, Quebec, og nýggju fosturforeldrini hjá Jamie eru íðin Jehova vitnir. Tey vænta, at hon fylgir teirra religiøsu prinsippum og luttekur í samkomuni, hóast hon ikki sjálv er trúgvandi. Í hesum ókenda umhvørvinum, knýtir Jamie tætt vinarband við javngomlu Marike, sum eisini er Jehova vitni. Hetta førir til forbodan kærleika, sum bjóðar báðum av. Tá samkonan frættir um loyndarmálið, koma Jamie og Marike í ta tvístøðu at skula velja millum trúgv og kærleika. 

Hesin kveikjandi filmurin, sum varð frumsýndir á Tribeca Film Festival í 2022, kannar hárfína markið millum gudrøkni og persónliga tráan. Hann setur djúp spor í áskoðaran.

-Dan Helgi

Set in Saguenay, Quebec, Jamie’s new guardians are devoted Jehovah’s Witnesses, expecting her to abide by their religious principles and participate in Witness gatherings despite her lack of belief. In this unfamiliar environment, Jamie develops a profound bond with Marike, a devout Witness of her own age, leading to a forbidden love that challenges them both. As their secret is revealed to the community, Jamie and Marike must confront a heartrending choice between their faith and their love. 

Making its debut at the Tribeca Film Festival in 2022, this touching film explores the delicate balance between devotion and personal desires, leaving an indelible impact on viewers.

-Dan Helgi

Leikstjóri / Director: Mark Slutsky, Sarah Watts

2022 | Kanada / Canada | 96 min

Enskt / English | Eingir undirtekstir / No subtitles

Leikarar / Cast: Anwen O’Driscoll, June Laporte, Liane Balaban 

Sjangra / Genre: Drama